Poetiskur gongutúrur á ólavsøku

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Rithøvundafelag Føroya

Samband
Poetiskur gongutúrur á ólavsøku

Poetiskur gongutúrur á ólavsøku 2025

Kom við á árliga upplestrargongutúrin Licentia Poetica á ólavsøku! Vit byrja úti á Skinnaraskeri kl. 15 ólavsøkudag 29. juli, og enda í Hans Andriasar húsi kl. 17, har okkurt gott verður at fáa. Upplestur á hvørjum stað er í umleið 20 minuttir, og síðani ganga vit í umleið 10 minuttir til næsta stað.

Her er eitt kort, sum vísir, hvar lisið verður, og hvønn veg vit ganga:

Skrá fyri upplestrargongutúrin Licentia Poetica á ólavsøku 2025:

1 - Kl. 15.00 Skinnarasker: Svanna Jákupsdóttir og Oddfríður Marni Rasmussen lesa

2 - Kl. 15.30 Gamla bókasavnið (Erling Jals gøta): Bergur Rasmussen og Rakel Helmsdal lesa

3 - Kl. 16.00 Bojsensgarður (HNJ): Beinir Bergsson og Rói Patursson lesa

4 - Kl. 16.30 Tinghúsvegur 22: Jana Mortensen og Henrik Weihe Joensen lesa

5 - Kl. 17.00 Hans Andriasar hús: Carl Jóhan Jensen og Marjun Syderbø Kjelnæs lesa

Tíðindi

ALT

Kom við á árliga upplestrargongutúrin Licentia Poetica ólavsøkudag! Vit byrja úti á Skinnaraskeri kl. 15, og enda í Hans Andriasar húsi kl. 17.

ALT

30/6/2025 - Lars Moa fekk 16. juni viðurkendu heiðurslønina hjá Letterstedska felagnum upp á 100.000 svenskar krónur.

ALT

4/6/2025 - Mentanarnáttina, fríggjadagin 6. juni 2025, hevur Rithøvundafelagið opið hús í Hans Andriasar húsi frá kl. 19.00. Øll eru vælkomin inn á gólvið.

ALT

27/3/2025 - Ritsalonin hendan mánaðin verður í Gallarí Havnará fríggjakvøldið 28. mars kl. 21. Høvundar fara at siga frá síni yndisbók.

Loading...

Snarvegir

Kalendari

29/7/2025 - Licentia Poetica kl. 15.00

Kom við á upplestrargongutúrin Licentia Poetica á ólavsøku! Les meira her >>

Um felagið

Rithøvundafelagið hevur skrivstovuhøli í Hans Andriasar húsi, Undir Pisuvarða 2, í Havn.

Fyri rithøvundar

Rithøvundafelagið virkar fyri áhugamálunum hjá føroyskum rithøvundum og verjir rættindi teirra.

Føroyskar bókmentir

Rithøvundafelagið virkar eisini fyri, at føroyskar bókmentir kunnu mennast og trívast.

Rithøvundafelag Føroya

Undir Pisuvarða 2

FO-100 Tórshavn

Føroyar

Telefon +298 224090

(gerandisdagar 13-15)

T-postur rit@rit.fo

Facebook (almenn síða)

Facebook (limasíða)