Føroyskar bókmentir

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Føroyskir rithøvundar noyðast sum aðrir at fylgja við í allari verðini og skula geva orð og røddir til eina heila tjóð. Hetta er skylda, sum vinnur á øllum avmarkingum og heldur føroyskum bókmentum livandi.

Føroyskar bókmentir

Hóast føroyskur skaldskapur er gamal, eru føroyskar bókmentir ungar. Skaldskapurin av mannamunni er framvegis til, men tað eru tær skrivaðu bókmentirnar, sum hava borið føroyskt mál og føroyska mentan, síðani presturin V.U. Hammershaimb gav tí føroyska skriftmálinum skap um ár 1850. Bókmentamenn høvdu verið undan honum, teir vóru vísindamenn, og teirra ætlan var at skriva sum mest niður av tí gamla málinum, áðrenn tað doyði út. Málgranskarin Jens Christian Svabo (1746 - 1824) harmaðist um støðuna og helt tað vera rættast at taka til sín danska málið, sum myndugleikarnir nýttu í skúla og í kirkju heldur enn at halda fram við einum avlagaðum og spiltum føroyskum. Hann dugdi ikki at ímynda sær, at tað fátæka og fámenta fólkið skuldi megna at fáa tað forna, norrøna málið aftur á føtur.

Men saman við skriftmálinum komu tær stóru innsavningarnar av kvæðum, søgnum og ævintýrum, og hetta gjørdist grundarlagið undir føroysku tjóðskaparrørsluni, sum tók seg upp fram ímóti ár 1900. Henda rørsla vildi varðveita og endurreisa føroyskt mál og føroyska mentan, og í hesi rørsluni gingu skald og rithøvundar á odda. Málið gjørdist eitt listaligt og samfelagsligt verkevni, og kravið varð sett fram, at føroyskt skuldi viðurkennast í skúla og kirkju.

Málstríðið eydnaðist, og føroyskt mál er nú tjóðarmál føroyinga. Men sjálvt oddamenninir í hesum stríði høvdu ikki væntað, at føroyskt nakrantíð kundi gerast eitt mál, ið kundi halda nútímans bókmentum uppi. Fyrsta føroyska skaldsøgan kom út í 1909, og fyrsta yrkingasavnið kom í 1914. Haðani og til støðuna í dag er ein øgilig menning farin fram: Á heysti í ár 2000 kom út bók nr. 4000, og árliga koma einar 150 føroyskar bøkur út, umleið ein fjórðingur teirra er nýskrivaðar, fagrar bókmentir. 

Í einum heimi, har tøkni og fjølmiðlar rokna í størri og størri eindum, má eitt fáment mál ikki bara stríðast fyri at liva, men eisini fyri at endurnýggja seg og taka teir nýggju møguleikarnar til sín. Tí liva føroyskar bókmentir ikki bara í farnari mentan og í fjarstøddum einsemi. Føroyskir rithøvundar noyðast sum aðrir at fylgja við í allari verðini og skula geva orð og røddir til eina heila tjóð. Hetta er skylda, sum vinnur á øllum avmarkingum og heldur føroyskum bókmentum livandi.

Rithøvundafelag Føroya

Undir Pisuvarða 2

FO-100 Tórshavn

Føroyar

Telefon +298 224090

T-postur rit@rit.fo

Facebook (almenn síða)

Facebook (limasíða)