Úr føroyskum til livandi og modernað nýnorskt

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Úr føroyskum til livandi og modernað nýnorskt

Úr føroyskum til livandi og modernað nýnorskt

30. juni 2025 · Rithøvundafelag Føroya

Lars Moa fekk 16. juni viðurkendu heiðurslønina hjá Letterstedska felagnum upp á 100.000 svenskar krónur. Letterstedska felagið hevur síðan 1875 havt sum aðalmál at styrkja og menna mentanarligt samstarv millum norðurlendsku tjóðirnar.

Grundgevinging fyri at lata Lars Moa ársins heiðursløn var, at hann hevur umsett fleiri yrkingarsøvn úr føroyskum til livandi og nýmótans nýnorskt. Hetta er gjørt við høgum málsligum neyvleika, ið samstundis ber dám av djúpum innliti í mentanarligu og sosialu umstøðunum tær eru sprotnar úr.

Lars Moa hevur áður fingið heiðurslønir fyri at flyta føroyskt yvir í nýnorskt.

(Foto: Roar Fordal)

Rithøvundafelag Føroya

Undir Pisuvarða 2

FO-100 Tórshavn

Føroyar

Telefon +298 224090

(gerandisdagar 13-15)

T-postur rit@rit.fo

Facebook (almenn síða)

Facebook (limasíða)