Um felagið
Rithøvundafelag Føroya
Samband
Rithøvundafelag Føroya
Samband

Um felagið

Rithøvundafelag Føroya er felag fyri føroyskar rithøvundar og týðarar. Felagið varð sett á stovn 24. mars 1957, og endamál felagsins er at virka fyri áhugamálunum hjá føroyskum rithøvundum og verja rættindi teirra. Harumframt virkar felagið fyri, at føroyskar bókmentir fáa góðar umstøður at mennast og trívast.

Rætt til at gerast limur hava øll, ið skriva bøkur á føroyskum máli ella á annan hátt starvast sum rithøvundar. Limatalið er umleið 100 og umfatar allar tær ymisku bókmentaligu yrkisgreinarnar: rithøvundar, sum skriva fagrar bókmentir, barna- og ungdómsbøkur, yrkisbøkur, siðsøguligar bøkur og bøkur týddar úr øðrum málum.

Í øllum heiminum eru umleið 50.000 fólk, sum tosa og skilja føroyskt. Við so lítlum marknaði fyri bøkur hava føroyskir rithøvundar trupul arbeiðskor, og fáur ella eingin rithøvundur kann liva sum rithøvundur burturav. Av tí sama er søgan hjá føroyskum bókmentum meira søgan um stríðið fyri føroyskari mentan yvirhøvur, og felagið hevur, síðani tað varð stovnað, verið felagsskapur eisini fyri føroyskum máli og bókmentum.

Tey seinni árini er kortini størri dentur lagdur á arbeiðskor og rættindi hjá rithøvundum, og felagið hevur verið virkið í arbeiðinum at seta á stovn LISA, Listafólkasamband Føroya, og Fjølrit, føroyska felagskapin fyri upphavsrættindum. Felagið er limur í norðurlendska rithøvunda- og týðarasamstarvinum.

Lógir felagsins

Samtykt á stovnandi aðalfundi tann 24. mars 1957, við uppískoyti frá 26. mars 1982.

Forfólk

1957-2022

Her er eitt yvirlit yvir formenn og forkvinnur felagsins, síðan tað varð sett á stovn 24. mars 1957.

Savn felagsins

Her eru ársfrágreiðingar og annað tilfar, sum Rithøvundafelagið hevur latið úr hondum.

Skrivstovan

Bústaður

Rithøvundafelag Føroya

Undir Pisuvarða 2

FO-100 Tórshavn

Føroyar

T-postur: rit@rit.fo

Skrivari

Arnbjørn Ó. Dalsgarð

T-postur: arnbjorn@rit.fo

Telefon: +298 224090

Stjórn felagsins

Nevndarlimir

Vónbjørt Vang, forkvinna

Sissal Kampmann, næstforkvinna

Arnbjørn Ó. Dalsgarð, skrivari

Bergur Rasmussen, kassameistari

Anna Malan Jógvansdóttir (í farloyvi)

Tiltakslimir

Oddfríður M. Rasmussen

Høgni Mohr

Umboð felagsins

Nevndir & grunnar

Rithøvundafelagið hevur umboð í fleiri nevndum og grunnum. Trýsta á knappin niðriundir fyri at síggja, hvørji hesi umboð eru.

Rithøvundafelag Føroya

Undir Pisuvarða 2

FO-100 Tórshavn

Føroyar

Telefon +298 224090

T-postur rit@rit.fo

Facebook (almenn síða)

Facebook (limasíða)