Yrkingaupplestur á ólavsøku

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Yrkingaupplestur á ólavsøku

Yrkingaupplestur á ólavsøku

25. juli 2024 · Rithøvundafelag Føroya og Vencil

Kom við á árliga upplestrargongutúrin Licentia Poetica á ólavsøku! Vit byrja á løgmanstrappuni úti í Tinganesi kl. 15 og enda í Hans Andriasar húsi kl. 17, har okkurt gott verður at fáa. Upplestur á hvørjum stað er í 20 minuttir, og síðani ganga vit í 10 minuttir til næsta stað.

Kortið vísir, hvar steðgað verður á fyri at lesa upp yrkingar.

Skrá fyri upplestrargongutúrin Licentia Poetica:

1 - Kl. 15.00 Tinganes, løgmanstrappan: Jóanes Nielsen og Marjun Syderbø Kjelnæs lesa

2 - Kl. 15.30 Niels Finsen (Laðabrekka): Carl Jóhan Jensen og Rói Patursson lesa

3 - Kl. 16.00 Bojsensgarður (HNJ): Nansý Sunadóttir og Ludvík á Brekku lesa

4 - Kl. 16.30 Frk. Cohr: Bárður Persson og Rannvá Haldisardóttir Glerfoss lesa

5 - Kl. 17.00 Hans Andriasar hús: Helle Thede Johansen og Heðin M. Klein lesa

Rithøvundafelag Føroya

Undir Pisuvarða 2

FO-100 Tórshavn

Føroyar

Telefon +298 224090

T-postur rit@rit.fo

Facebook (almenn síða)

Facebook (limasíða)