Ritsalon: Um at skriva yrkisbókmentir

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Ritsalon: Um at skriva yrkisbókmentir

Ritsalon: Um at skriva yrkisbókmentir

3. oktober 2024 · Rithøvundafelag Føroya

Tá vit tosa um rithøvundar, hava vit lyndi til at hugsa um tey, sum skriva skaldsøgur og yrkingar, altso fagrar bókmentir, og gloyma kanska tey, sum skriva yrkisbøkur.

Týskvøldið 8. oktober verða yrkisbókahøvundar evnið á okkara mánaðarligu Ritsalon. Vit fáa vitjan av tveimum garvaðum yrkishøvundum, Una Arge og Heina í Skorini.

Teir fara at siga frá, hvussu teir arbeiða við bókum sínum og til ber eisini at seta teimum spurningar. Øll eru vælkomin; tey, sum longu skriva yrkisbøkur; tey, sum hugsa um at skriva yrkisbøkur og øll áhugaði, bæði leik og lærd.

Ritsalon er týskvøldið 8. oktober kl. 19.30 í Hans Andriasar húsi, Undir Pisuvarða 2.

Rithøvundafelag Føroya

Undir Pisuvarða 2

FO-100 Tórshavn

Føroyar

Telefon +298 224090

T-postur rit@rit.fo

Facebook (almenn síða)

Facebook (limasíða)