Rithøvundavitjanir í skúlunum halda fram

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Rithøvundavitjanir í skúlunum halda fram

Rithøvundavitjanir í skúlunum halda fram

27. september 2024 · Rithøvundafelag Føroya og Føroyar lesa

Samstarvið millum Rithøvundafelag Føroya og Føroyar lesa um at bjóða skúlum rithøvundavitjanir, sum farið varð undir seinasta skúlaár, heldur fram, og nú er klárt at bíleggja rithøvund.

Rithøvundavitjanin er skipað við einari klippikortsskipan, sum er ókeypis hjá skúlunum at brúka. Hetta fram til nýggjárs eru 50 klipp tøk, og hvørt klipp svarar til tveir undirvísingartímar við einum rithøvundi (2x45 min.) ella ein blokk á 90 minuttir. Er talan um størri tiltak enn vitjan í skúlaflokki, ella er talan um meira enn ein rithøvund (til dømis rithøvund og myndprýðara), kostar tað í minsta lagi tvey klipp.

Rithøvundavitjanin er ætlað bæði fólkaskúlum og miðnámsskúlum. Skúlar venda sær til Føroyar lesa og fáa eitt klippikort, sum tey kunnu brúka eftir ynski. Skipanin verður gjørd upp hvørt hálvár.

Eru óbrúkt klipp, kunnu tey, sum hava brúkt øll síni klipp, fáa nýggj, alt eftir hvussu nógv eru eftir í skipanini. Vit leggja okkum eftir at røkka øllum landinum, og tí verða klippini í fyrsta umfari løgd út eftir øki. Klipp, ið ikki eru bíløgd áðrenn heystferiuna, fara í felagspottin, har allir skúlar kunnu søkja.

Skúlaárið 2024/25 er framhald av royndarárinum 2023/24. Verkætlanin verður framvegis fíggjað av Føroyar lesa og Fjølriti. Føroyar lesa stendur fyri marknaðarføringini av skipanini til skúlar og umsitur klippikortsskipanina.

Á heimasíðuni hjá Føroyar lesa er yvirlit yvir høvundar, sum eru tøkir at vitja skúlaflokkar hetta hálvárið. Sí rithøvundayvirlit og bókingaroyðiblað her

Rithøvundafelag Føroya

Undir Pisuvarða 2

FO-100 Tórshavn

Føroyar

Telefon +298 224090

T-postur rit@rit.fo

Facebook (almenn síða)

Facebook (limasíða)