Rithøvundafelagið nýggja heimasíðu

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Rithøvundafelagið nýggja heimasíðu

Rithøvundafelagið nýggja heimasíðu

1. juli 2022 · Rithøvundafelag Føroya

Vælkomin til nýggju heimasíðuna hjá Rithøvundafelag Føroya. 

Limir og aðrir brúkarar av gomlu heimasíðu felagsins hava ivaleyst varnast, at tað seinastu tíðina hevur tikið alt ov langa tíð at lesa síðuna inn á skíggjan. Tey bráðu hava ivaleyst hildið, at síðan hevur verið óvirkin, og eru tí farin víðari, áðrenn síðan er komin fram.

Orsøkin til hetta hevur verið, at heimasíðuskipanin, sum felagið hevur brúkt síðan 2010, byggir á gamla tøkni, sum ikki longur verður ment, og tí hevur veitarin gjørt av at bjóða eina heilt nýggja skipan, sum felagið hevur valt at brúka frameftir.

Nýggja heimasíðuskipanin krevur, at øll heimasíðan verður bygd umaftur frá grundini av, og tí kunnu vit nú bjóða fram eina heimasíðu, sum er heilt øðrvísi enn tann gamla, bæði í útsjónd og innihaldi. Og ferðin at lesa hana inn skuldi eisini verið fleirfaldað.

Vit eru ikki heilt liðug at menna heimasíðuna. Eitt nú hava vit ikki fingið flutt limaupplýsingarnar frá gomlu heimasíðuni yvir í ta nýggju, og annað tilfar skal eisini flytast ella framleiðast. Tí fara vit at loyva atgongd til ta gomlu heimasíðuna í eina tíð frameftir.

Vónandi fáa bæði limir og almenningur gleði av nýggju heimasíðuni hjá Rithøvundafelag Føroya.

Rithøvundafelag Føroya

Undir Pisuvarða 2

FO-100 Tórshavn

Føroyar

Telefon +298 224090

(gerandisdagar 13-15)

T-postur rit@rit.fo

Facebook (almenn síða)

Facebook (limasíða)