Marna Jacobsen nýtt umboð í FarLit

4. juli 2022 · Rithøvundafelag Føroya
Rithøvundafelag Føroya hevur valt Marnu Jacobsen sum umboð felagsins í nýggjari nevnd hjá FarLit. Nevndin hevur til endamáls at velja út føroyskar útgávur, ið eiga at fáa serligt pláss í upplýsandi faldaranum hjá FarLit, og at viðgera umsóknir frá forløgum og týðarum, ið søkja um stuðul til týðingar og útgávur úr føroyskum í annað mál.
Nevndin verður stjórnað av trimum limum, sum verða tilnevndir av Rithøvundafelagnum, Setrinum og Landsbókasavninum. Hini bæði umboðini eru Høgni Bech, sum er tilnevndur av Landsbókasavninum, og Malan Marnersdóttir, sum er tilnevnd av Setrinum.
Nevndarlimirnir verða tilnevndir í trý ár. Limirnir kunnu halda á fram í nevndini í mesta lagi trý skeið á rað. Sami nevndarlimur kann eisini verða tilnevndur aftur, um viðkomandi ikki hevur sitið í nevndini í eitt tíðarskeið.
Skrivari í nevndini er bókmentanarligi samskiparin í FarLit, Urd Johannesen.
Mynd: FarLit. Frá vinstru: Malan Marnersdóttir, Marna Jacobsen og Høgni Bech.