JPH 90 - Heilsan frá Rithøvundafelag Føroya

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Rithøvundafelag Føroya

Samband

JPH 90 - Heilsan frá Rithøvundafelag Føroya

JPH 90 - Heilsan frá Rithøvundafelag Føroya

12. november 2022 · Bergur Rasmussen

Gott kvøld.

Eg eiti Bergur Rasmussen, og eg umboði Rithøvundafelagið her í kvøld. Mín uppgáva er at bera fram eina heilsan frá felagnum, sum Jens Pauli Heinesen var við til at stovna fyri 65 árum síðani, Rithøvundafelagnum, har hann var formaður frá 1968 til 75.

Um vit hyggja í Rithøvundabókina, sum kom út fyri eini 30 árum síðani og sláa upp Jens Paula Heinesen, eru upplýsingarnar fáar, neyvar og kanska eitt sindur turrisligar. 

Foreldrini vóru Petur Heinesen á Lofti, bóndi í Sandavági og Anna Maria Malena Heinesen, fødd Johannesen úr Hesti. Jens Pauli vaks upp í Sandavági og fór fjúrtan ára gamal til Havnar á skrivstovu. Hann tók preliminerprógv í 1950 og tvey ár seinni studentsprógv. Las til lærara á Emdrupborg statsseminarium og tók læraraprógv haðani í 1956. Hann giftist sama ár við Maud Brimheim úr Klaksvík.

Í 1957 tók hann við lærarastarvi í tí tá snotiliga nýbygda Tórshavnar Kommunuskúla, ið fyri ikki ov langari tíð síðani skuldi fáa ein soppafongdan enda sum fólkaskúli í miðbýnum, fyri seinni at endurreisast sum leiguíbúðir og snotiligur konsertsalur undir navninum Finsen.  

Jens Pauli var eisini lærari við Realskúlan, sum nú er umskipaður sum vøggustova undir navninum Miðstovnurin, og endaði sín gerning sum lærari í Venjingarskúlanum í 1970. Hvør framtíðarlagnan hjá tí bygninginum verður, er enn ikki endaliga staðfest. Men Jens Pauli valdi í 1970 at gerast rithøvundur burturav, og teksturin í Rithøvundabókini endar við einum afturliti til 1968-69, tá ið hann hevði orlov – og eg citeri – “búði í Suðurspania saman við familjuni og fór undir skaldsøguna Frænir eitur ormurin”.

So kemur listin av útgivnum skaldskapi frá søgusavninum Degnisælið, sum kom í 1953, til  2004, tá ið bókin Hvør var Nimrod? kom út. Á listanum eru fleiri skaldsøgur, søgusøvn, greinarøðir, sjónleikir og ein einkult barnabók: Brúsajøkul, sum kom í 1987.

Í bókini Sóttrøll, um søgur og skaldsøgur eftir Jens Paula Heinesen, gongur Jógvan Isaksen rættiliga neyvt ígjøgnum skaldaverkið hjá Jens Paula. Hann byrjar við at greiða frá dreyminum, Jens Pauli longu sum fjúrtan ára gamal hevur um at gerast rithøvundur sum tær stóru fyrimyndirnar Hans Andrias Djurhuus og Heðin Brú, og um hvussu hesin dreymur um stórbæri brast. Í bókini Tíðarkjarr sigur Jens Pauli, at tey flestu eygfóru rithøvundar og skøld “við eini svøvnlíkari líkasælu og fleiri beinleiðis við eini ilskari illvild, summi av fákunnu, onnur av berum dárskapi. Men tað ótrúligasta var kortini, at tey, sum tú ikki ivaðist í og helt teg vera eina mest andliga skyldan við, vóru eina meinast.”

Hvussu er og ikki, so gavst yrkjarin úr Selvík ikki við sínum skaldsliga virksemi, og í næstu kapitlunum í Sóttrøllgongur Jógvan Isaksen gjøgnum skald- og stuttsøguverkið hjá Jens Paula frá byrjanini í 1950’unum til upphavsins heim í 60’unum, við søgusøvnum inni í millum, til stríðið móti populismu við høvuðsverkinum Frænir eitur ormurinfrá 1973.

Restina av 70’unum tykist tónin at vera nakað mildari. Jógvan Isaksen kallar kapittulin “Teiti og fjølbroyttar søgur”, og í honum verður bygdin Krabburð sett á Føroyakortið. Og millum dropar í lívsins havi, har tey telgja sær gudar, hvørji tey so enn eru, vaks fram tann maður, ið einamest fyri eftirtíðina lýsir skarpa pennin og sterka humoristiska sansin hjá Jens Paula Henesen. Tann maðurin er Sámal Mathias, eisini kendur sum Rekamaðurin.

Vónin at finna tann stóra rekan, ið skal gera enda á teirri líðing og vesaldómi, sum tilveran bjóðar honum, ið fátækur er, er tað, sum dregur Sámal Mathias av songini, tá ið rekaætt er. Gloymd er øll verðsins ólukka, tí kanska fer lívsins reki við streyminum úti á Aldansfirði, uttan at nakar er at taka sær av honum?

Tað er mín pástandur, at hevði føroyskt verið eitt verðinsmál, so varð stutta skaldsøgan um “Rekamannin” Sámal Mathias mett á hædd við “Perluna” hjá Steinbeck og “Gamla mannin og havið” hjá Hemingway. Tær snúgva seg eisini um at fáa hendur á stóra fonginum, sum kann fáa enda á jarðarinnar líðing hjá høvuðspersóninum.

Bergur Rasmussen, nevndarlimur í Rithøvundafelagnum (Mynd: Norðurlandahúsið).

Eg arbeiði sum lærari, og havi onkuntíð lisið “Rekamannin” sum høvuðsverk við næmingum, og tað er ein gevandi løta at vera við, tá ið uppvaksandi ungdómur upplivur stóru spurningar lívsins ígjøgnum føroyskan tekst, sprottin úr føroyskum jørðildi í føroyskari rammu, tí tá gerst skaldskapurin av sonnum viðkomandi. 

Og tað ger Jens Pauli, tá ið hann er bestur. Og í “Rekamanninum” er hann tað, haldi eg.

Jógvan Isaksen fer víðari í gjøgnumgongdini við tí óendaliga lívsringinum, har Ferðin inn í eina óendaliga søguverður viðgjørd. So kemur kapittulin “Tað forbrenda kynslívið”, og í honum viðgerð Jógvan m.a. bókina Rósa Maria og aðrar søgur. Og Rósa Maria hevur eitt serligt pláss hjá mær millum verkini hjá Jens Paula Heinesen.

Eg hevði longu lisið tær fimm søgurnar um Frú B, Frú C, Frú D og Frú E og Dagbókabløðini hjá Rósu Mariu sum tema í míni undirvísing meiri enn einaferð, tá ið tónasmiðurin Jónleif Jensen spurdi, um eg kundi skriva tekstir til nøkur løg, hann hevði liggjandi.

Tað vísti seg, at Jónleif hevði útvið 30 løg liggjandi, so vit byrjaðu at tosa um at seta tey saman til eina eind og kanska fáa studentaskúlan at framføra hesa heildina sum eitt verk. – Eitt tónleikaverk, eina musikal. Og tá ið studentskúlin lat okkum vita, at vit máttu syrgja fyri, at tað vóru nóg nógvir kvinnuleiklutir, tí tað vóru einamest genturnar, sum tordu at traðka fram sum sangarar millum teirra næmingar, var tað upplagt. Rósa Maria er loysnin. 

Rósa Maria og tær desperatu húsfrýrnar úr Havn, kundu vit havt kallað verkið, skrivaði ein ummælari.

Fyri tíggju árum síðan var so verkið framført her í Norðurlandahúsinum. Studentaskúlin var ikki longur innvolveraður, men Musikkskúlin gav seg fult út í flottari framførslu 4 fylgjandi kvøld her í salinum. 

Tað var nakað av eini uppliving, og sambært Elini Heinesen, hevði Jens Pauli verið glaður fyri framførsluna. Tíverri bleiv tað tó ongantíð til nakra almenna útgávu. Hóast tað hevði verið tað heila vert, um vit soleiðis fingu yndisliga lagið givið út, sum Jónleif Jensen setti til yrkingina, Jens Pauli letur Rósu Mariu skriva í síni dagbók. 

Eg vil her loyva mær at lesa upp vøkru yrkingina hjá Jens Paula ... hjá Rósu Mariu. Til framførslurnar tá, var tað Ólavur Jacobsen, ið spældi gittaran.:

Mín sál er so leikandi løtt og glaðog kvøður so vónríkar sangir,so teir flagsa, ósjónligu veingir,yvir blómur ein kavadag. 

Sum steinrunnin, rúnarbundin eg stóð- pílurin fleyg frá bogahann kyndi í barmi ta ískøldu glóð,ið líðandi vaks til ein loga. 

Og heimurin gerst so løgin,hann klæðist í veitsluskrúð.Eina gentu hava tit stolið,sólin, várið og tú. 

Jú, soleiðis er. Jens Pauli kundi so sanniliga eisini ljóða romantiskur :)

Eg fari at enda hesa heilsan við at vísa á, at nakrar av teimum bestu stuttsøgunum hjá Jens Paula sjálvandi hava funnið sær sess í føroyskum skúlabókum. Harvið er hann blivin, um enn kanska ikki gudalíkur, sum Jógvan Isaksen sigur í Sóttrøllum, so ið hvussu er ódeyðiligur, soleingi Nám ikki fullkomiliga endavendir lesitilfarið í føroyskum til hádeild fólkaskúlans. 

Og so leingi tað ikki hendir, fara komandi ættarlið av føroyskum skúlanæmingum at hava kjansin at hitta Lítla Frans Vilhelm og Dreingin, sum átti eina hvíta holu, og aðrar av skapningunum, Jens Pauli á sinni manaði fram. 

Eitt er so 100 % - “Eitt dýpi av dýrari tíð”, verður týðum sungin, so har hevur Elin gjørt pápanum ein beina; men tað veit hon helst av.

Í Søttrøllum verða skald- og stuttsøgurnar hjá Jens Paula lýstar allan vegin upp til ta seinastu, Hvør var Nimrod?, ið kom út í 2004, men hann skrivaði eisini sjónleikir, og sambært skránni verður hugt nærri at teimum seinni í kvøld, so eg sleppi frá at taka støðu í spurningin um, hvønn stakkin farast skal í.

Fari at enda hesa føðingardagsheilsan frá Rithøvundafelagnum, og eitt sindur eisini mær sjálvum, við at lata rekamannin Sámal Mathias fáa seinasta orðið: 

Forundarliga lív! ... takk fyri.

(Myndir: Norðurlandshúsið)

Rithøvundafelag Føroya

Undir Pisuvarða 2

FO-100 Tórshavn

Føroyar

Telefon +298 224090

(gerandisdagar 13-15)

T-postur rit@rit.fo

Facebook (almenn síða)

Facebook (limasíða)