Dánial og Annika tilnevnd til ALMU-virðislønina

7. juni 2023 · Rithøvundafelag Føroya
Rithøvundafelag Føroya hevur í ár tilnevnt Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø til at fáa stóru altjóða virðislønina Astrid Lindgren Memorial Award í 2024, eisini kend sum ALMA.
Dánial og Annika fingu í 2022 bæði Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs og Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina Abbi eg og abbi, og tey vórðu eisini tilnevnd at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2022.
Tey hava síðan tá útgivið eina bók afturat saman, Strikurnar, og fyri hana eru tey aftur í ár tilnevnd at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
ALMA-virðislønin er heimsins størsta virðisløn, sum veður latin rithøvundum, sum skriva barna- og ungdómsbøkur. Hon er fimm milliónir svenskar krónur. Virðislønin kann latast einstaklingum og felagsskapum, sum virka fyri at styrkja lesihugin hjá børnum og ungum.
Í heyst verður kunngjørt, hvørji onnur eru tilnevnd, og á vári 2024 verður kunngjørt, hvørt fær virðislønina. Til ber at fylgja við og at lesa mera um virðislønina her.
Mynd: Bókadeild Føroya Lærarafelags