Dania O. Tausen á yrkingafestivali og filmskvøldi í Brússel

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Dania O. Tausen á yrkingafestivali og filmskvøldi í Brússel

Dania O. Tausen á yrkingafestivali og filmskvøldi í Brússel

24. september 2022 · Tíðindaskriv frá Sendistovu Føroya í Brússel

Mánadagin 26. september fer Dania O. Tausen at framføra á yrkingafestivalinum Transpoesie, har yrkjarar úr øllum Evropa taka lut. Á tiltakinum mánadagin verða eisini yrkjarar úr Frieslandi í Hollandi, Hollandi, Póllandi, Rumenia og Spania. 

Transpoesie er ein árligur yrkingafestivalur, sum hevur til endamáls at varpa ljós á málsligt fjølbroytni í Evropa. Í ár er evnið ungdómur við trimum tiltøkum í døgunum 26. til 28. september, har yrkjarar lesa upp á sínum móðurmáli. Eisini eru yrkingarnar at síggja í parkini Parc du Cinquantenaire í Brússel á upprunamáli við týðingum á fronskum og hollendskum.

Tað er felagsskapurin EUNIC Brússel, sum skipar fyri Transpoesie. EUNIC Brússel er eitt mentanarligt samstarv, har føroyska sendistovan hevur atlimaskap. Endamálið við limaskapinum er at seta føroyska list og mentan á breddan í Brússel.

Rithøvundafelagið avger, hvør yrkjari skal umboða Føroyar á Transpoesie. Undanfarnu árini hava Beinir Bergsson, Kim Simonsen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Vónbjørt Vang, Carl Jóhan Jensen, Sissal Kampmann, Tóroddur Poulsen og Oddfríður Marni Rasmussen umboðað Føroyar.

Sí meira um Transpoesie her

Rithøvundafelag Føroya

Undir Pisuvarða 2

FO-100 Tórshavn

Føroyar

Telefon +298 224090

(gerandisdagar 13-15)

T-postur rit@rit.fo

Facebook (almenn síða)

Facebook (limasíða)