Bárður Oskarsson í uppskoti til virðisløn

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Rithøvundafelag Føroya

Samband

Bárður Oskarsson í uppskoti til virðisløn

Bárður Oskarsson í uppskoti til virðisløn

12. juli 2022 · Rithøvundafelag Føroya

Rithøvundafelagið hevur skotið upp Bárð Oskarsson til at fáa Astrid Lindgren Memorial Award í 2023, eisini kend undir styttingini ALMA. Talan er um eina stóra virðisløn á 5 milliónir svenskar krónur, sum svenski staturin letur og hevur latið á hvørjum ári síðan 2002.

Higartil er virðislønin latin 21 ferðir. 11 ferðir er hon latin rithøvundum, sjey ferðir hava teknarar fingið hana, og tríggjar ferðir er hon latin felagsskapum. Í 2022 fekk Eva Lindström, myndabókahøvundur, virðislønina. ALMA kann latast einstaklingum og felagsskapum, sum virka fyri at styrkja lesihugin hjá børnum og ungum.

Í heyst verður kunngjørt, hvørji onnur eru innstillað til virðislønina, og vinnarin verður kunngjørdur á vári 2023. Til ber at fylgja við og at lesa mera um virðislønina her.

Mynd: Bókadeild Føroya Lærarafelags

Rithøvundafelag Føroya

Undir Pisuvarða 2

FO-100 Tórshavn

Føroyar

Telefon +298 224090

(gerandisdagar 13-15)

T-postur rit@rit.fo

Facebook (almenn síða)

Facebook (limasíða)